Hon er omma mín

It look's like you don't have Adobe Flash Player installed. Get it now.

Orð og lagSteintór Rasmussen
Sangur og kórJógvan Hansen


Ommur siga søgur bjóða børnum bomm
Mín snakkar mest um Harly Davisson
Á síni motorsúkklu buldrar hon framvið
Og børnini tey siga hon er onki ommulig
:Men hon er omma mín:

Gamlir menn teir tosa um útróður og jørð
Abbi mín keypti sær trummusett í fjør
Eisini ein gittar hann smíða vil eitt hitt
Og børnini tey siga tað er onki abbaligt
:Men hann er abbi mín:

Mammur vaska klæðir og baka onkuntíð
Tá vit sparka fótbólt mamma vil uppí
Hon rópar og hon skumpar er nokso ógvuslig
Og børnini tey siga hon er onki mammulig
:Men hon er mamma mín:

Nógvir pápar fiska, pápi byggir um
Kjallarin skal verða eitt akvarium
gongur millum krabbar fluguskáp og blikk
Og børnini tey siga tað er onki pápaligt
:Men hann er pápi mín: